Valið fall á ein persón, ið er kendur í føroyska fótbóltsumhvørvinum.
Tað verður 28 ára gamli klaksvíkingurin Agnar Prestá, sum verður hjálparvenjari hjá Ólavi Larsen í ÍF í 2021. ÍF-hópurin møtti til venjing fyri løtu síðani og har fekk hópurin kunning um, at nýggjur hjálparvenjari er settur.
- Fyri meg er samansetingin av venjaratoyminum ómetaliga umráðandi, og eri ótrúliga væl nøgdur við tað, sum vit hava sett saman. Men tað manglar sjálvsagt ein hjálparvenjari, sum veruliga kann flyta okkum frameftir og taka fatur á smálutum sum kunnu betra liðið og felagið. Tað sum vit hava leitað eftir er ein ungur og ágrýtin venjari, sum veruliga hevur áhuga og dirvi at takast við fótbólt, sum kann koma við nýggjum eygum og samstundis taka ábyrgd. Agnar hevur eitt sera gott høvd og setur flugubein við alt tað eg ynski av eini høgru hond, tí var ikki tað ikki so torført at velja og eri sera takksamur fyri at hann valdi at taka av tilboðnum frá ÍF, sigur Ólavur Larsen við bolt.fo.
Agnar Prestá er kendur úr fótbóltsumhvørvinum í Føroyum. Hann hevur fitt av venjararoyndum úr ungdómdeildunum í KÍ, har hann í 2020 var høvuðsvenjari hjá steypavinnarunum úr KÍ. Leiklutin sum hjálparvenjari í bestu deildini hevur hann eisini roynt áður, tí í 2016 var hann hjálparvenjari hjá Mikkjal K. Thomassen í KÍ í einum ári, har KÍ vann løgmanssteypið og endaði á 2. plássi í landskappingini. Síðstu árini hevur Agnar verið ítróttarskrivari á portal.fo og hevur eisini verið viðmerkjari til fotbóltsdystir hjá øðrum miðlum.
ÍF endaði á 6. plássi í 2020 við 26 stigum. Nakrar broytingar hava verið í hópinum í vetur. Tær eru:
Tilgongd:
Ólavur Niclassen
Steinbjørn Olsen
Bogi Reinert-Petersen
Gunnar Christiansen
Frágongd:
Andy Olsen
Milos Budakovic
Hákun Edmundsson
Sjúrður Pauli Nielsen