ÍF-venjarin staðfestir, at Filip Djordjevic ikki er á veg til nakað annað felag.
Ólavur Larsen, venjari hjá ÍF, sigur, at ÍF hevur ein leikara til royndarvenjing og eisini hyggur eftir møguleikum at styrkja liðið við øðrum leikarum. Men stamman á liðnum er komin uppá pláss.
- Vit hyggja altíð eftir møguleikum fyri at styrkja okkum, men tað verður ikki nakar profilur, sum kemur inn aftrat. Vit hava ein 17-ára gamlan Emil W. Joensen sum royndarvenur. Hann ger tað gott, og so hyggja vit eftir øðrum leikarum, sum kunnu styrkja okkum á røttu plássunum uttan at kosta nógvan pening. Vit royna fyrst og fremst at fáa eitt kappingarført lið við so nógvum lokalum kreftum sum til ber, sum hava rættan hugburð og seriøsitet til at gera seg galdandi í bestu deildini, sigur Ólavur Larsen við bolt.fo.
Ólavur Larsen sigur eisini, at Bogi Løkin er ivasamur til í ár, meðan tað er greitt, at Filip Djordjevic spælir við ÍF í 2021. Hann hevur sáttmála, men er settur í samband við Víking fyrr í vetur. Tað skifti verður av ongum og tí kunnu fuglfirðingar síggja fram til at fáa Filip aftur í álopspartin saman við Uros Stojanov. Teir vístu seg at vera eitt vandamikið álopspar síðsta kappingarár.