KÍ-venjarin metir, at tað eru fleiri leikarar í KÍ-hópinum í ár, ið hava ein ‘’x-factor’’, tá tað kemur til álopsspælið.
Í KVF var upptakt av KÍ 2021 í gjár. KÍ-venjarin fegnaðist um, at hópurin hevur fleiri streingir at spæla uppá í álopspartinum, hóast bæði Ole Erik Midtskogen og Patrik Johannesen eru farnir uttanlands at spæla. Jasper Van Der Heyden, Ivar Sollie Rønning, Bob Sumareh og Árni Frederiksberg eru komnir afturat í álopspartinum.
- Jóannes Bjartalíð hevur verið skapandi leikarin hjá okkum, tá vit hava skula skapt spælið samstundis sum bakkarnir hava verið øgiliga virknir. Men nú fáa vit fleiri leikarar, sum kunnu leggja upp og hava - vit kalla tað ofta ‘’x-factor’’. Teir kunnu nakað í sær sjálvum.
- Vit vilja hava eina stóra breidd í álopspartinum. Vit vilja hava kapping um plássini. Spælararnir sum koma inn eru spælarar, ið sum heild kunnu røkja fleiri pláss. Bob og Ivar kunnu t.d. bæði røkja kant, ‘’8-araplássið’’ og ‘’10’araplássið’’, so teir eru ikki bara toppálopsleikarar. Tað gevur okkum breidd og smidleika, segði Mikkjal K. Thomassen við KVF.