Felagið hjá Andriasi Edmundssyni hevur í summar fingið nýggjan eigara og ætlar sær upp í bestu deildina um 4-5 ár.
Bolt.fo hevur vent sær til Pedro T. Anton, sum er spanióli og býr í Føroyum, har hann eisini hevur spælt við B68 og ÍF. Hann hevur eisini havt ein fingur við í spælinum, nú 19 ára gamli Andrias Edmundsson skiftir til Águilas í 4. bestu sponsku deildini.
- Hetta er eitt søguligt felag, sum altíð hevur stríðst um at koma í næstbestu deildina í Spania. Í summar hevur felagið sett út í kortið eina nýggja verkætlan við nýggjum eigara. Nýggi eigarin er Alfonso Garcia, sum áður hevur verið stjóri í UD Almeria, har hann var eigari. Har seldi hann sín eigaralut til Saudi Arabia. Alfonso Garcia er frá Águilas og hann ynskir at brúka pengarnar frá søluni til eina nýggja verkætlan, sum fær Águilas FC upp í La Liga um 4-5 ár. Felagið keypir eina rúgvu av nýggjum leikarum á høgum stigi og hevur ein venjara, Vicente Mir, við royndum frá næstbestu deildini. Felagið hevur stórar vónir fyri Andriasi og síggja hann sum týdningarmiklan part fyri komandi árini. Tí hevur hann gjørt trý ára sáttmála við møguleika fyri einum ári afturat, um Águilas spælir í næstbestu deildini. Felagið hevur góða undirtøku og vanliga er leikvøllurin fullsettur við áleið 4000 áskoðarum, sigur Pedro T. Anton við bolt.fo.