Leygarkvøldið verður 9. ferðin, at B36 og HB møtast í steypafinaluni hjá monnum.
HB hevur greitt yvirtakið søguliga sæð. 6 av 8 ferðum hevur HB vunnið steypafinaluna móti B36. Egga Jensen(HB) er við sínum fimm málum toppskjútti, meðan Kári Helmsdal(HB) og Baldvin Baldvinsson(B36) hava skorað trý mál í part, tá talt verður saman yvir allar 8 finalurnar.
1959: HB-B36 1-0 (Birgir Hansen)
1963: HB-B36 7-1 (Egga Jensen(3), Sverri Jacobsen, Marius Pauli Thomasen, Kári Helmsdal, Birgir Hansen – Tobbi Mikkelsen)
*1964: HB-B36 4-3 (Egga Jensen (2), Sverri Jacobsen, Poul Michelsen – Magnus Fuglø, Herálvur Andreasen, Bjarni Johansen)
1965: B36-HB 3-2 (Baldvin Baldvinsson (2), Hugin Samuelsen – Kári Helmsdal (2))
1968: HB-B36 2-1 (Eivin Dam (2) – Napoleon Joensen)
1969: HB-B36 2-0 (Eyðfinn Lamhauge, Heri Nolsøe)
1972: HB-B36 6-1 (John Eysturoy (2), Eyðfinn Lamhauge, Manni Persson, Eirikur Rasmussen, Finnur Helmsdal – Baldvin Baldvinsson)
1991: B36-HB 1-0 (Bergur Magnussen)
*finalan í 1964 bleiv avgjørt eftir longda leiktíð.
Dystir: 8
HB vunnið: 6
B36 vunnið: 2
Kelda: FaroeSoccer
Stuðlað steypafinaluumrøðuni á bolt.fo hevur Tórshavnar Kommuna