FSF hevur í eina tíð havt ein stroymipall, sum feløgini hava gjørt brúk av.
Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, sigur við bolt.fo, at FSF hevur steðgað samstarvinum við útlendsku fyritøkuna, sum stóð fyri stroymipallinum á fsf-livestrem.com
- Tað riggaði ov illa, tí ov mong fólk høvdu trupulleikar við at fáa tað, ið tey høvdu gldið fyri. Tí hava vit valt at steðga, men arbeitt verður við at finna eina loysn, sum feløgini kunnu góðtaka. Nær ein slík fyriliggur er trupult at siga, men áðrenn vit vita av, so er 27. oktober her, sum er síðsta umfar, og tí er kanska ivasamt, um nøkur loysn verður í ár, hóast vit kundu hugsað okkum at roynt onkran møguleika í eini royndartíð móti endanum av kappingarárinum, sigur Virgar Hvidbro.
Sum skilst verður eingin dystur stroymdur í kvøld og ivasamt er, um nakar verður stroymdur komandi umførini.