Hóast bæði liðini eru søgurík og hava vunnið nógv, so hava tey ongantíð havt so nógv stig fyri 17 umfør sum í 2018.
Í 1995 byrjaðu sigrar at geva 3 stig ístaðin fyri 2 stig. Men rokna vit stigini um til at ein sigur gav trý stig áðrenn tað, so fingu HB og KÍ framvegis ongantíð fleiri stig fyri 17 dystir enn í 2018. Áðrenn 1988 blivu ongantíð fleiri enn 14 umfør leikt, so ikki ber til at samanbera við ta tíðina.
Stig fyri 17 umfør:
HB
2018: 43 stig
Tættast við:
2013: 40 stig
2009: 38 stig
2004: 40 stig
2003: 38 stig
2002: 38 stig
1998: 42 stig
1997: 40 stig
1994: 41 stig
Stig fyri 17 umfør:
KÍ
2018: 41 stig
Tættast við:
2016: 38 stig
2012: 34 stig
2002: 33 stig
1999: 38 stig
1998: 35 stig
1996: 36 stig
1991: 34 stig (her eru sigrar umroknaðir til at geva trý stig)
Toppbrakið millum KÍ og HB verður í Klaksvík fríggjakvøldið kl. 18.00.
Kelda: FaroeSoccer