Hjá Føroyum hevur næstan eingin spælt meir enn ein kappingardyst síðani november. Moldova hevur fýra leikarar sum hava spælt regluligar landskappingardystir í 2023 og so hevur restin spælt tveir-tríggjar teljandi dystir í 2023.
Hyggja vit eftir teimum 14 leikarunum, sum spældu flest dystir í Nations Leagur í 2022 fyri Moldova, so er býtið hetta::
Í dystarvenjing:
Veaceslav Posmac: Fulla spælitíð teir flestu av seks dystum í næstbestu deildini í Turkalandi í 2023
Ion Nicolaescu: Nærum fulla spælitíð í níggju dystum í 2023 í bestu deildini í Ísrael
Artur Craciun: Nærum fulla spælitíð í 14 dystum í 2023 í næstbestu deildini í Ísrael
Vadim Rata: Nærum fulla spælitíð í átta dystum í 2023 í bestu deildini í Rumenia
Nakrar dystir:
Sergiu Platica: Fulla spælitíð í trimum dystum í bestu deildini í Moldova í 2023
Nichita Motpan: Fulla spælitíð í trimum dystum í bestu deildini í Moldova í 2023
Ioan-Calin Revenco: Nærum fulla spælitíð í trimum dystum í bestu deildini í Moldova í 2023
Maxim Cojocaru: Nógva spælitíð í trimum dystum í bestu deildini í Moldova í 2023
Mihail Caimacov: Spælt tveir dystir í næstbestu deildini í Russlandi
Victor Stina: Spælt fáar dystir í næstbestu deildini í Grikkalandi
Ikki tøkir:
Igor Armas (miðverji)
Vadim Bolohan (miðverji)
Oleg Reabciuk (vinstri vongur)
Mihail Platica (verjukendur miðvallarleikari)
Hjá Føroyum eru tað bara Stefan Radosavljevic (Sligo Rovers, Írland) og Andrias Edmundsson (Águilas, Spania) sum hevur meir enn ein dyst í landskapping í 2023.