Hesaferð er tað ikki ein leikaraflyting ella venjaraflyting, men ein miðlaflyting, sum er veruleiki.
Tróndur Arge er gjøgnum nógv ár kendur sum ein av fremstu miðlafólkunum í føroyskum fótbólti. Fyrst sum frásøgufólk í Rás 2 og blaðfólk í ítróttarsosialinum. Hesi seinnu árini er hann mest kendur sum frásøgumaður á FM1, viðmerkjari í sendingini Fótbóltsprát hjá KVF og blaðstjóri á fótbóltsmagasininum Ellivu.
Til Televarpið
Men nú skiftir Tróndur útvarpið á FM1 út við sjónvarpið hjá Televarpinum. Televarpið hevur síðstu árini átt rættindini til Betri Deildina og hevur ment vøruna fyri hvørt ár.
- Eg havi altíð sæð eina meining í at ment nakað, sum er nýtt og sum ikki er har frammanundan. Tað byrjaði við útvarping á Rás 2, sum FM1 æt tá. Tað var nýtt tá, at so nógvir dystir fóru at blíva útvarpaðir. Síðani var tað ítróttarsosialurin, sum fór at gera nógv burturúr føroyskum fótbólti á ein serligan hátt. Og so var tað Ellivu, sum var eitt fótbóltsmagasin, ið ikki var har frammanundan. Eg síggi Televarpið hava eina góða vøru, ið hevur nógvar møguleikar at mennast og gerast enn betri og tað vil eg fegin verða partur av, sigur Tróndur Arge við bolt.fo.
Tróndur Arge kemur eftir ætlan m.a. at verða partur av frásøgutoyminum hjá Televarpinum og at verða partur av sjónvarpssendingum, sum Televarpið kemur at gera um føroyskan fótbólt gjøgnum kappingarárið.