Víkingur hevði aðalfund mánakvøldið. Ein broyting var í starvsnevndini. Roknskapurin vísti sum skilst eitt avlop á áleið 700.000 kr. Nógv bendur á, at hetta verður besta ársúrslitið í roknskapinum hjá nøkrum felag í 2022.
Víkingur skrivar:
AÐALFUNDUR
Mánakvøldið 13. februar var árligi aðalfundurin hjá Víkingi. Gleðiligt var at síggja at uppmøtingin var góð.
Svenn Olsen varð valdur til fundarstjóra og Elin Vatnhamar Olsen til skrivara.
Skráin til fundin var sambært viðtøkum felagsins.
Formaðurin Brandur Jacobsen greiddi frá gongdini í felagnum – bæði bygnaðarliga og ítróttaliga.
Roknskapurin var lagdur fram og góðkendur.
Tríggir nevndarlimir stóðu fyri valið; Brandur Jacobsen, Elin Vatnhamar Olsen og Jeffri Olsen. Tey stillaðu øll uppaftur og vóru afturvald.
Ólavur Thomsen, næstformaður, hevði ynski um at sleppa úr nevndini og fyri hann bleiv Petur Asbjørn Lervig valdur.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:
Brandur Jacobsen, formaður
Hanna Erlingsdóttir Olsen, næstforkvinna
Elin Vatnhamar Olsen, skrivari
Jeffri Olsen, nevndarlimur
Jákup Poulsen, nevndarlimur
Petur Asbjørn Lervig, nevndarlimur
Vit takka Ólavi fyri hansara stóra arbeiði í nevndini seinastu mongu árini.
Nú síggja vit fram til kappingarárið 2023!
- Nevndin.
#WLYV