Pætur Petersen skiftir til íslendskan fótbólt.
KA hevur í dag boðað frá, at Pætur Petersen hevur gjørt sáttmála fyri komandi trý árini. Landsliðsleikarin skal sostatt eisini royna seg í altjóða fótbólti í summar, tí KA endaði á 2. plássi síðsta kappingarár. Og har er møguleiki fyri, at hann kann møta einum av sínum fyrrverandi føroysku liðum, B36 ella HB. Tí HB og B36 verða styrkismett í 1. umfari, meðan KA ikki verður styrkismett. Og tá talan vanliga er um økisbýti undan lutakastinum, so er hugsandi, at føroysk og íslendsk lið verða í bólki saman.