Nú er nýtt navn sett í samband við KÍ.
Tað var í Fótbóltspráti hjá KVF í dag, at Tróndur Arge, viðmerkjari, kundi siga frá, at norski Markus Pettersen úr Brann var settur í samband við KÍ.
Tað er norski miðilin bt.no, sum sigur seg hava fingið váttað, at KÍ ynskir at fáa Markus Pettersen í sín hóp.
Talan er um 23 ára gamlan málverja, sum hevur sáttmála við Brann, sum er aftur í bestu deildini nú, til endan av 2023. Hann er 1,90 metur høgur og hevur spælt 12 dystir í bestu norsku deildini. Teir síðstu afturi í 2020. Síðani tá er hann skrásettur fyri nakrar dystir á eykaliðnum hjá Brann. Harafturat hevur hann umboðað Norra á flestu U-landsliðunum.