Ungi miðverjin royndarvenur komandi vikuna í Danmark.
Tað er í Superligafelagnum Randers, at 19 ára gamli Samuel Chukwudi, sum í fjør fekk sín fyrsta A-landsdyst, royndarvenur komandi dagarnar. Samuel er givin er Union SG í Belgia, har hann var leigaður frá HB. In.fo skrivaði tá, at høvuðsorsøkin var, at hann ikki vandi við besta liðnum og tí vandi á ov lágum stigi. Sum skilst hevur Samuel tó framvegis ætlanir um at royna seg uttanlands.
Randers liggur nr. 6 í Superliguni.