Tað verður nakað av útskifting í B36.
Higartil er greitt, at Ragnar Samuelsen og Rasmus Nissen ikki halda fram í B36. Áðrenn endaspurtin í fjør fóru Martin Agnarsson og Thor Høholt til Danmarkar. Afturat hesum listanum kann Lukas Enevoldsen leggjast, tí sum skilst bendur alt á, at hann ikki heldur fram. Hann hevur ikki verið partur av venjingunum higartil.
Afturat teimum er ivamál um Sonna Ragnar Nattestad og Brian Jakobsen. Men báðir hava vant við B36 í vikuni og tað er helst tekin um, at tað er ein møguleiki fyri, at teir verða at síggja í B36 í ár.
B36 hevur fingið tilgongd av Silas Eyðsteinsson og Aron Knudsen.