EB/Streymur hevur venjaran við nógv flest royndum í Betri Deildini hjá monnum.
Venjarar sum Michael Schjønberg, Dalibor Savic og Henrik Larsen hava royndir uttanlands, men tá tað kemur til bestu deildina í Føroyum, so hevur nýggi venjarin hjá EB/Streymi, Sigfríður Clementsen, nógv flestar royndir. 303 ferðir hevur hann verið høvuðsvenjari í Bestu Deildini. Samanlagt hava hinir níggju venjararnir 321 dystir sum høvuðsvenjarar í Betri Deildini.
Venjari í Betri Deildini:
303: Sigfríður Clementsen (EB/Streymur)
125: Jákup á Borg (B68)
63: Jóhan Petur Poulsen (Víkingur)
54: Dan Brimsvík (B36)
27: Michael Schjønberg (07 Vestur)
23: Aleksandar Jovevic (ÍF)
17: Dalibor Savic (HB)
12: Henrik Larsen (AB)
0: Magne Hoseth (KÍ), Dan Jensen (TB)
Kelda: FaroeSoccer