Nýggj nøvn eru á listanum hesaferð.
Odmar Færø og Brandur H. Olsen eru teir, sum ikki eru við av teimum leikarunum, sum hava spælt nógv seinnu árini. Báðir sita uttanfyri vegna skaða. Tveir leikarar eru við fyri fyrstu ferð. 20 ára gamli Andrass Johansen úr B36 var í grein á bolt.fo í gjár nevndur sum besta boðið uppá ein landsliðsleikara, sum kemur frá U21-landsliðnum, har hann nú er ov gamal til. Hetta er ein tekniskt góður leikari, sum mest sannlíkt hevur eina stóra framtíð á A-landsliðnum fyri framman. Pætur Petersen er formleikarin í Betri Deildini. Hann hevur skorað sjey mál síðani 2. august.
Hagtøl hava víst, at Føroyar hava elsta landsliðið í Nations League av teimum 55 londunum, ið eru við, men við úttøkuni av Andrassi og Pæturi, so eru stig tikin til at eisini hava framtíðina í huga.
KÍ og HB eru best umboðað í hópinum við fimm leikarum.
Málverjar
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Verjuspælarar
Hørður Askham, HB Tórshavn
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Verjuspælarar / miðvallarar
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklub (Noreg)
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Miðvallarar
Hallur Hanssson, KR Reykjavík (Ísland)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg)
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Framherjar
Jóan Símun Edmundsson, S.K. Beveren (Belgia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Pætur Petersen, HB Tórshavn
Litava – Føroyar
á LFF Stadion í Vilnius, hósdagin 22. september kl. 21:45 (19:45 føroyska tíð)
Føroyar – Turkaland
á Tórsvølli sunnudagin 25. september kl. 19:45
Stuðlað landsliðsumrøðuni á bolt.fo í 2022 hevur: