logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Xads
Spældi við Betri, 1.deild og U17 sama leikumfar

Spældi við Betri, 1.deild og U17 sama leikumfar

Skrivað : Jákup Ósá | 05-09-2022 00:20

B36-leikari hevur eftir øllum at døma spælt við trimum deildum sama leikumfar, ið ikki er lógligt.

17 ára gamli Tobias Hansen fekk í dag sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá B36, tá B36 vann 3-1 á B68. Hann kom á vøllin í 90. minutti. Sami leikari kom í gjár inn í 15. minutti hjá 1.deild hjá B36, sum tapti 1-0 móti ÍF, um dómaraseðilin er rættur. Og seinni í gjár byrjaði hann á bonkinum hjá U17 í dysti móti KÍ, sum endaði 2-2. Sum bolt.fo hevur fingið upplýst frá álítandi keldum, so kom hann á vøllin hendan dystin, men dómaraseðilin frá tí dystinum er ikki endaliga skrásettur enn, so tað kann ikki skjalprógvast enn. (Dagført 05.09 kl. 09.17: Dysturin er nú skrásettur á comet-skipanini og har sást, at hesin leikarin kom inn og var millum málskjúttarnar. Sí mynd niðast.

 

Reglugerðin sigur, at leikari hevur ikki loyvið at spæla við trimum deildum sama leikumfar.

Í grein 8 stendur:

Stk. 2. Tað er bert loyvt leikara at leika ein dyst hvønn leikdag, sí tó stk. 3 og 4. Tó er loyvt leikara í lægri vaksnamannadeild, at verða eykaleikari í hægri vaksnamannadeild sama leikdag. Víst verður annars til grein 9.

Stk. 3. Leikari sum ikki er fyltur 21 ár 1. januar í kappingarárinum, kann leika tveir dystir sama leikdag, tó er ikki loyvt leikara, sum byrjar inni í Meistaradeildini, at leika við U21 sama leikdag. Víst verður annars til grein 9.

Stk. 4. Fríggjadagur, leygardagur, sunnudagur og mánadagur verða roknaðir sum ein leikdagur, eins og týsdagur, mikudagur og hósdagur verða roknaðir sum ein leikdagur.

 

Um Tobias Hansen hevur leikt við trimum deildum sama umfar, sum alt bendur á, so er sannlíkt, at eitt lið hjá B36 verður dømt at tapa, um kært verður ella um starvsnevndin velur at viðgera málið, tí í Agareglugerðin gr. 7 stendur: “Starvsnevnd FSF’s kann nær sum helst viðgera eitthvørt mál, sum kemur til hennara kunnleika og sum er fevnt av grein 2, og biðja aganevndina um at viðgera málið sum kærumál samsvarandi hesi reglugerð.”

Spurningurin er bara, hvat lið tað verður, sum fer at tapa, um hesin leikarin heur spælt í trimum deildum sama leikumfar, sum allar upplýsingarnar benda á. Sum bolt.fo hevur fingið upplýst frá fólkum, ið kenna til siðvenjur fyrr á økinum, so er tað lægsta deildin, sum í hesum føri er U17, sum tapir. Men fordømi er uppá sama brot í fjør, tá ÍF bleiv dømt at tapa U21 vegna ólógligar leikarar. Har stendur í úrskurðinum: ''Rættarfylgjan fyri brúk av ólógligum leikara rakar tann dystin, sum brotið er framt í.'' Í tí førinum var U21 dysturin bæði lægsta deild og síðsti dysturin, sum leikarin leikti í. Les tann úrskurðin HER

Í 2018 var eisini eitt líknandi mál, har skrivað verður í úrskurðinum, at leikari var at meta ólógligur í triðja dystinum. Har stendur eisini í niðurstøðuni at ‘’Aganevndin leggur áherðslu á, at rættarfylgjan fyri brúk av ólógligum leikara natúrliga fellir í tí deild og dysti, sum brotið er framt í.’’Les tann úrskurðin HER

 

Sí dómaraseðlar niðanfyri.

 

Greinin er seinast dagførd 05.09.22 kl. 09.17.

Share

Nýggjastu tíðindir

Hesir døma 23. umfar
Hesir døma 23. umfar
HB og KÍ gera nógv burturúr steypafinaluni
HB og KÍ gera nógv burturúr steypafinaluni
Metingar um 23. umfar
Metingar um 23. umfar
Hesir 10 leikararnir hava leikbann komandi umfar
Hesir 10 leikararnir hava leikbann komandi umfar
Ongantíð hava so mong feløg skift venjara
Ongantíð hava so mong feløg skift venjara
Géza Dávid Turi hevur longt sáttmálan við Grimsby
Géza Dávid Turi hevur longt sáttmálan við Grimsby
Heilfluktarin 15. september
Heilfluktarin 15. september
Væntað mál frá 22. umfari
Væntað mál frá 22. umfari
Moldova og Kasakstan mangla týðandi leikarar
Moldova og Kasakstan mangla týðandi leikarar
Árni Frederiksberg er givin – Aron Benjaminsen ikki við móti Kasakhstan
Árni Frederiksberg er givin – Aron Benjaminsen ikki við móti Kasakhstan
Hægst ein jólafrokost í B71 og FC Suðuroy í vetur
Hægst ein jólafrokost í B71 og FC Suðuroy í vetur
Mattias: Ikki heilt gingið upp fyri mær enn
Mattias: Ikki heilt gingið upp fyri mær enn
Tað var stórur spenningur í øllum dystum í dag
Tað var stórur spenningur í øllum dystum í dag
AB-B68 er fluttur til sunnukvøldið
AB-B68 er fluttur til sunnukvøldið
Hesir døma komandi umfar
Hesir døma komandi umfar
Metingar um 22. umfar
Metingar um 22. umfar
Heilfluktarin hesa vikuna
Heilfluktarin hesa vikuna
Géza Dávid Turi var besti leikarin í Grimsby í august
Géza Dávid Turi var besti leikarin í Grimsby í august
Erik Sorga spælir nú við estisku meistarunum
Erik Sorga spælir nú við estisku meistarunum
Hjartaliga til lukku Víkingur
Hjartaliga til lukku Víkingur

Stigatalvan 2026

1. NSÍ45 stig
2. KÍ44 stig
3. HB38 stig
4. B3635 stig
5. Víkingur34 stig
6. AB24 stig
7. EB/Streymur23 stig
8. Skála22 stig
9. 07 Vestur18 stig
10. B6817 stig

Málskjúttar

Petur KnudsenNSÍ10 mál
Páll A. KlettskarðKÍ8 mál
Simon JørgensenSkála7 mál
Michal PrzybylskiNSÍ7 mál
Aron BenjaminsenVíkingur7 mál
Árni FrederiksbergKÍ7 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ16 upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur10 upplegg
Luca ThorstensenAB9 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ8 upplegg
Petur KnudsenNSÍ7 upplegg
Mathias VossHB7 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ23 mál/upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur17 mál/upplegg
Petur KnudsenNSÍ17 mál/upplegg
Marius K. LindhNSÍ12 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 22. umfar

NSÍ16 mál
KÍ15 mál
Skála13 mál
EB/Streymur11 mál
B6810 mál
AB10 mál
Víkingur9 mál
B369 mál
HB8 mál
07 Vestur5 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ6 mál
NSÍ8 mál
Víkingur10 mál
B36 10 mál
07 Vestur10 mál
AB11 mál
EB/Streymur11 mál
Skála11 mál
HB13 mál
B6816 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

HB32 mál
NSÍ29 mál
KÍ28 mál
B3623 mál
Víkingur22 mál
AB20 mál
EB/Streymur16 mál
07 Vestur13 mál
B6812 mál
Skála10 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

Víkingur12 mál
KÍ13 mál
HB14 mál
B3614 mál
NSÍ16 mál
EB/Streymur22 mál
AB23 mál
Skála23 mál
07 Vestur24 mál
B6826 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ16 mál
P. KnudsenNSÍ9 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

Endaspæl FM-bólkurStig
1. KÍ46 stig
2. HB41 stig
3. Víkingur27 stig
4. Skála14 stig
..
Endaspæl bólkur bStig
1. 07 Vestur14 stig
2. B3612 stig
3. ÍF7 stig
4. FC Suðuroy4 stig
Vís meira

Málskjúttar

NavnFelagGrundspæl+endaspæl
Durita HummelandKÍ8+8 mál
Julia Naomi MortensenHB11+3 mál
Brá ZakariasardóttirHB9+1 mál
Sólja ErnstsdóttirKÍ8+1 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2026 (6)FráTil
Aron BenjaminsenVíkingurHearts
Árni Nóa AtlasonVíkingurVendsyssel
Ari OlsenVíkingurVendsyssel
Olaf BárðarsonVíkingurSandnes
Pætur PetersenB36Hillerød
Ari í Haraldsstovu Petersen07 VesturÍBV
Til føroyskan fótbólt 2026 (5)FráTil
Meinhard E. OlsenKoldingNSÍ
Pætur PetersenHillerødB36
Aron BenjaminsenKristiansundVíkingur
Dávid ReynheimTorino (U18)KÍ
Árni Nóa AtlasonEgersundsVíkingur
Úr føroyskum fótbólti 2025 (8)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurEgersunds
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Elias RusborgHvidovreHB
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
Daniel JohansenHBFredericia
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Páll KlettskarðKÍ16
Árni FrederiksbergKÍ15
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Michal PrzybylskiB36/HB/NSÍ9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Sølvi VatnhamarVíkingur8
Deni PavlovicKÍ6
Petur KnudsenNSÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup BiskopstøKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2026