Í løtuni er broyting í kappingini til hoyringar.
Feløgini í Betri Deildini hava fingið eina broytta kapping til hoyringar sum skal gera, at lættari verður at avgreiða kappingina við útsettu dystunum. M.a. ber tað við sær, at 27. umfar verður leikt sunnudagin við undantaki av KÍ-B36, sum verður 1. september. Hetta ger, at øll liðini uttan KÍ og B36, sum enn spæla altjóða dystir, sleppa í dyst sunnudagin. Dystirnir sunnudagin verða:
Víkingur-EB/Streymur
HB-NSÍ
07 Vestur-AB
B68-Skála
Síðani eru nakrir dystir fluttir nakrar dagar og onkur umfør býta um. Síðsta umfar 22. oktober verður nú hetta:
Víkingur-NSÍ
KÍ-HB
Skála-EB/Streymur
07 Vestur-B36
B68-AB
Sum nevnt er hetta eitt uppskot, og tí kunnu broytingar enn koma. Týskvøldið verður endaliga kunngjørt, hvussu spælt verður sunnudagin og komandi vikurnar. Nýggja kappingin ger, at allir útsettu dystirnir verða avgreiddir áðrenn 2. september.
UEFA Europa Conference League umrøðan 2022 av KÍ á bolt.fo er gjørd í samstarvi við: