Vit hava leysliga hugt eftir møguligu mótstøðuliðunum hjá føroysku liðunum í Conference League.
B36 skal umganga Borac
B36 er styrkismett, men hevur kanska færri ‘’veik’’ lið at kunna møta enn Víkingur, sum ikki er styrkismett. Nógv besta lutakastið fyri B36 er at møta liðnum úr Andorra. Síðani koma nøkur, sum B36 eigur at hava møguleika ímóti, meðan teir hvítu helst skulu umganga at møta liðnum úr Bosnia & Hersegovina.
Ynskislisti:
1. Atletic (Andorra)
2. Larne (Norður Írland)
3. Llapi (Kosovo)
4. Differdange (Luksemborg)
5. Borac (Bosnia & Hersegovina)
Víkingur skal umganga Streda
Víkingur er ikki styrkismett, men munurin á møguligu mótstøðuni er ikki stórur í mun til tey styrkismttu. Tey bæði nógv bestu liðini at møta eru Europa FC og Bala Town. Síðani kemur oddaliðið í Íslandi, (Breidablik) og Fola úr Luksemborg. Nógv truplasta outakastið er helst Streda úr Slovakia.
Ynskislisti:
1. Europa FC (Gibraltar)
2. Bala Town (Wales)
3. Breiðablik (Ísland)
4. Fola Esch (Luksemborg)
5. Streda (Slovakia)
HB skal umganga túr til Írlands
Hjá HB eru tað eins og hjá Víkingi tvey lið, sum eru úr Gibraltar og Wales, sum eru nógv best at møta. Síðani koma Hallur Hansson og KR úr Íslandi og SJK úr Finnlandi, meðan Derry úr Írlandi helst er tað liðið, sum HB ikki skal møta.
Ynskislisti:
1. Bruno’s Magpies (Gibraltar)
2. Newtown (Wales)
3. KR (Ísland)
4. SJK (Finnland)
5. Derry (Írland)