Fyrrverandi toppskjúttin í Betri Deildini skiftir møguliga felag skjótt.
Uros Stojanov skifti til B36 síðsta summar, men hevur ongantíð av álvara spælt seg heitan í felagnum, hóast onkrir góðir dystir hava verið ímillum. Nú er Uros Stojanov settur í samband við fleiri feløg. Bolt.fo skilir frá keldum, at enn er einki undirskrivað, men at tað er ein góður møguleiki fyri, at Uros Stojanov skiftir felag í summar. Bæði B36 og Uros sjálvur skulu verða sinnaðir at fara hvør til sítt, um rætti møguleikin kemur.
Flytingarvindeygað letur upp 15. juni og tað merkir, at skifta leikarar nú, so kunnu teir spæla komandi dyst, sum verður 18-19. juni.