Álopsleikarin úr Brasil hevur veruliga sett sín dám á føroyskan fótbólt.
Hann hevur ikki verið at sæð á vøllinum í bestu ella næstbestu deildini í ár, og hann váttar fyri bolt.fo, at hann nú er givin á hægsta stigi. Claytn fekk ein góðan enda, tí í hansara síðsta kappingarári í 2021 bleiv hann toppskjútti í næstbestu deildini við 20 málum, tá hann spældi fyri B71 sum 42 ára gamal.
Sambært FaroeSoccer, so hevur Clayton umboðað FS Vágar, B71, 07 Vestur og ÍF í føroyskum fótbólti. Í 2012 bleiv hann toppskjútti í bestu deildini. Í bestu deildini er hann skrásettur fyri 94 mál í 220 dystum, meðan hann hevur skorað 146 mál í 182 dystum í næstbestu deildini. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann skorað 24 mál í 34 dystum. Hann er sostatt tann útlendski leikarin, ið hevur skorað flest mál í bestu deildini í føroyskum fótbólti.