U21-landsliðið heldur fram við at sannføra.
Í dag spældu Føroyar í Norður-Makedonia og endaði tað við einum føroyskum sigri á 1-0. Málið skeyt Stefan Radosavljevic uppá brotsspark, sum hann sjálvur fekk. Hetta var mál nr. 5 hjá Stefan á U21-landsliðnum og tað er met. Føroyar kappast um 3. pláss í bólkinum, sum kann geva ‘’play-off’’ dyst, um Ukraina á 2. plássi ikki spælir aftur komandi tíðina. Føroyar hava nú 9 stig fyri 8 dystir. Í juni spæla Føroyar á heimavølli móti Ukraina og Serbia í síðstu dystunum í hesi undankappingini. Dysturin móti Serbia kann blíva avgerandi, um Ukraina ikki spælir meir, men tann støðan verður helst ógreið eina tíð framyvir.
Málskjúttar á U21-landsliðnum allar tíðir:
1. Stefan Radosavljevic 5 mál
2. Meinhard E. Olsen 4 mál
3. Gunnar Zachariasen 4 mál
4. Jonn Johannessen 3 mál
5. Petur Knudsen 3 mál
6. Jóan Símun Edmundsson 3 mál