Heldur óvæntað er annar ein miðverji.
KÍ kunngjørdi í kvøld, at tveir leikarar hava gjørt sáttmála fyri 2022. Talan er um ein miðverja úr Ukraina og ein álopsleikara úr Lettlandi. Báðir hava spælt á lutfalsliga høgum stigi. Miðverjin hevur til seinast spælt í næstbestu deildini í Russlandi og tí er tað kanska ein óvæntaður møguleiki, sum er komin vegna kríggið í Ukraina, tí síðstu dagarnar eru fleiri venjarar og leikarar úr Ukraina, sum spæla í Russlandi, givnir í sínum feløgum vegna kríggið. Talan er um 1,87 metra høgan miðverja, sum hevur vinstra bein sum tað sterkara og har brýtir hann frá hinum miðverjunum í KÍ.
KÍ skrivar:
KÍ hevur skrivað sáttmála við tveir útlendingar. Talan er um áleyparan Valerijs Sabala og verjuleikaran Dmytro Lytvyn.
Dmytro Lytvyn er 25 ára gamal og er úr Ukreina. Hann hevur havt sín fótbóltsuppvøkstur í stórfelagnum Dynamo Kijev og hevur síðan leikt fyri 9 onnur feløg, seinast í næstbestu deildini í Russlandi.
Lytvyn hevur leikt ein U-21 landsdyst fyri Ukreina.
Valerijs Sabala er 27 ára gamal og er úr Lettlandi. Sabala er ein málsøkin áleypari við nógvum altjóða royndum. Gjøgnumbrotið var fyri Skonto Riga fyri tíggju árum síðan, har hann var millum toppskjúttarnir í bestu deildini í Lettlandi.
Seinni skrivaði hann sáttmála við Belgiska stórfelagið Club Brügge, men har leikti hann ongan dyst. Sabala hevur leikt fleiri U-landsdystir og 52 A-landsdystir fyri Lettland, har hann hevur skorað 13 mál.
Báðir sáttmálarnir eru galdandi fyri kappingarárið 2022.