AB hevur gjørt sáttmála við tveir leikarar úr Argentina.
AB skrivar soleiðis í kvøld:
TVÆR ARGENTINSKAR UNDIRSKRIFTIR AFTURAT
Royndarvenjingin hilnaðist væl hjá fleiri av útlendsku leikarunum, sum komu at venja við AB fyrst í hesum árinum. Tveir leikarar afturat, Elvio Gelmini og Santiago Lebus, hava skrivað undir sáttmála við AB.
Báðir eru úr Argentina. Elvio er 25 ára gamal og spælir í høgru síðu - antin sum bakkur ella vongur, meðan Santiago heldur til á sentrala miðvøllinum. Santiago er somuleiðis 25 ára gamal. Báðir leikararnir hava spælt saman í argentinska felagnum, Real Pilar.
Vælkomnir, Elvio og Santiago!