B68 hevur styrkt um hópin.
B68 boðar frá, at 22 ára gamli Gilli Samuelsen hevur gjørt sáttmála fyri komandi tvey árini. Gilli hevur síðstu árini spælt við B36 og 07 Vestur. Á FaroeSoccer er hann skrásettur fyri 43 dystir og 8 mál í bestu deildini. Í 2021 spældi hann í 1.deild, har hann skoraði 10 mál í 18 dystum fyri B36.