B36 hevur viðgongd, tá tað kemur til brotssparkskappingar.
B36 vann løgmanssteypið uppá brotssparkskapping. Og hetta kenna B36-arir til. Tí síðani 2018 er hetta fjórða brotssparkskapping á rað, sum B36 vinnur. Á sumri í 2020 vann B36 brotssparkskapping móti The New Saints í Evropa League. Í 2018 vann B36 finaluna um løgmanssteypið uppá brotssparkskapping móti HB og á sumri í 2018 vann B36 brotssparkskapping á Gibraltar móti St. Joseph’s í Evropa League.
Bolt.fo ynskir B36 til lukku við løgmanssteypinum 2021.
Samstarvsfelagar til umrøðuna av finaluni um løgmanssteypið 2021 eru: