Tað er ikki bara Hannes Agnarsson, sum takkar fyri seg í B36 av landsliðsleikarunum hjá B36.
23 ára gamli Bjarni Petersen heldur ikki fram í B36 í 2022. Tað váttar landsliðsleikarin fyri bolt.fo. Hann fer til Danmarkar í útbúgvingarørindum komandi árino, men tað er tó møguleiki fyri, at hann spælir fyrstu umførini, tí skúlin byrjar í mai. Bjarni er fyrrverandi U21-landsliðsleikari og hevur nakrar ferðir verið partur av A-landsliðnum undir Håkan Ericson.
Frágongdin hjá B36 telur frammanundan Hugin Samuelsen, Sebastian Pingel og Hannes Agnarsson. Hesir eru tó ikki lidnir í B36 enn, tí komandi vikurnar skal B36 spæla hálvfinalur í kappingini um løgmanssteypið móti Víkingi.