Leikarin, sum hevur skarað framúr hjá B36 eftir summarsteðgin, gevst í B36 eftir hetta kappingarárið.
22 ára gamli Hannes Agnarsson hevur verið sannførandi hjá B36 seinna partin av hesum kappingarárinum. So sannførandi, at hann eisini hevur vunnið sær pláss á A-landsliðnum. Men Hannes gevst í B36 eftir hetta kappingarárið. Tað váttar hann fyri bolt.fo. Hann fer til Danmarkar í lestrarørindum, men hevur ikki ætlanir um at sleppa fótbóltinum.
- Tað er nógv hent síðstu tveir mánaðirnar, serliga á landsliðnum, ið hevur givið mær eina motivatión, sum eg ikki hevði áðrenn. Tí hugsi eg møguliga at finna mær eitt felag í Danmark, sigur Hannes Agnarsson við bolt.fo.
Hannes Agnarsson hevur skorað 5 mál og lagt upp til 6 mál fyri B36 í ár. Tey allarflestu málstigini eru komin síðstu tveir mánaðirnar. Hannes og B36 møta Víkingi leygardagin í Norðragøtu í fyrru hálvfinaluni um løgmanssteypið.