FC Hoyvík og Undrið hava aðalfund í næstum, sama kvøld á sama stað.
Bæði FC Hoyvík og Undrið hava boðað frá aðalfundi 17. november í Skúlanum við Løgmannabreyt. Undrið hevur fundin kl. 19.00 og FC Hoyvík kl. 20.00.
Á skrá hjá FC Hoyvík eru tvey av innkomnu málunum samanlegging og navnabroyting. Enn hevur Undrið ikki boðað alment frá sínum innkomnu málum, men freistirnar fyri innkomin mál eru ikki farnar enn.
Bæði FC Hoyvík og Undrið hava heimavøll í Hoyvík. Sum skilst, so verður arbeitt við at feløgini fara at leggja saman, men tað vera limirnir á aðalfundunum, sum endaliga taka støðu til tað. Verður samanleggingin veruleiki, so kemur besta liðið at spæla í 1.deild. Undrið skal eftir ætlan spæla í 1.deild í 2022. FC Hoyvík spælir í 2.deild í 2022. Meðan Undrið hevur fyrimunin av at hava lið í hægri deild, so hevur FC Hoyvík fyrimun av at hava eina stóra ungdómsdeild.
Bolt.fo fer komandi dagarnar at fylgja gongdini viðvíkjandi møguligu samanleggingini í Hoyvík.