Tað gongst ikki væl at fáa hendan dystin avgreiddan.
Fyri aðru ferð í ár er neyðugt at útseta hendan landskappingardystin. Fyrru ferð var vegna broytta ferðaætlan hjá SSL á jóansøku og nú er tað vegna keðiliga veðurforsøgn. Dysturin skuldi spælast í morgin kl. 16.00, men er útsettur. Enn er ikki avgjørt, nær hann verður spældur, men sagt verður, at hann møguliga verður spældur hósdagin. Dagført kl. 17.49: Dysturin er nú ásettur til 20. oktober.