Tyngsta tapið í næstan 100-ára søguni hjá Buducnost, skrivar ein miðil. Sum heild er 4-0 tapið hjá Buducnost í gjár komið sum ein skelkur í Montenegro.
Sterkasta liðið í Montenegro tapti heili 4-0 í Føroyum móti HB í gjár, og tað fangar yvirskriftirnar í Montenegro í dag.
Blaðið Vijesti skrivar, at hetta er tyngsta tapið í næstan 100 ára søguni hjá Buducnost.
- Teir venja helst eftir meira modernaðum háttaløgum og meira professionelt í Føroyum enn í Montenegro. Hvørki lið ella landslið hava síðstu árini havt sucess móti ‘’fiskarunum’’. Øll minnast tapi hjá OFK Titograd móti B36 umframt tapið hjá ungdómsmlandsliðnum, men 4-0 tapið hesaferð er so hart. so ljótt, at tað finnast ikki orð til at lýsa tað uppá rættan máta. felagsfótbóltur í Montenegro hevur nátt botnin ella kanska lægri enn botnin, skrivar blaðið.
Blaðið Dan skrivar um málskjúttan Michal Przybulski, sum hevur eitt borgarligt starv viðsíðuna av fótbóltinum, meðan leikararnir hjá Buducnost tjena fleiri ferðir eina miðal inntøku í Montenegro.
Stuðlað UEFA Conference League umrøðuni hjá HB á bolt.fo hevur Tórshavnar kommuna