KÍ-leikarin er úr Montengro og kennir bæði liðini, sum møtast í Gundadali hóskvøldið.
Áðrenn Boris Dosljak kom til KÍ í 2018, so spældi hann eisini í bestu deildini í Montenegro. Hann hellir meira til meistaraliðið úr Montenegro.
- Eg kenni væl liðið frá Podgorica. Tað er besta liðið í Montenegro og teir hava nógvar ungar leikarar, men eisini nakrar royndar leikarar, sum eru teir bestu á liðnum. Teir høvdu eina harða tíð við tapum móti HJK Helsinki, men teir ætla sær nakað í Conference League. Eg helli eitt lítið sindur meir til Podgorica, tí eftir mínum tykki, so hava teir fleiri royndir við at spæla altjóða dystir, sigur Boris Dosljak við bolt.fo.
Stuðlað UEFA Conference League umrøðuni hjá HB á bolt.fo hevur Tórshavnar kommuna