Tað var spenningur til tað síðsta í fyrsta altjóða dystinum hjá KÍ í Klaksvík. Og hóast KÍ var omaná í stórum pørtum av dystinum, so var tað RFS, sum var meira avgjørt og vann at enda.
Tað var undirhald fyri allar pengarnar í fyrsta altjóða dystinum hjá KÍ í Klaksvík. Umstøðurnar vóru framúr, og tað komu heili seks mál. RFS vann 3-2 í vanligu leiktíðini og 1-0 í longdu leiktíðini. Tað vóru deyðbóltarnir, sum blivu avgerandi, tí RFS skoraði trý mál uppá deyðbóltsstøður. RFS hevur væl hægri leikarar enn KÍ, og tað bleiv avgerandi. KÍ skoraði eisini síni bæði mál uppá deyðbóltsstøður, sum Árni Frederiksberg í báðum førum legði upp til, har Odmar Færø og Deni Pavlovic skoraðu.
KÍ hevði gjøgnum allan dystin gott tak á dystinum, um vit hyggja burtur frá deyðbóltunum. Í longdu leiktíðini lá tað kanska mest til, at KÍ skuldi avgera, men tað endaði við at oddaliðið í Lettlandi vann seg víðari.
Stuðlað Evropa Conference League umrøðuni av KÍ á bolt.fo hava: