Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur eitt føroyskt lið vunnið í Lettlandi.
KÍ vann 3-2 í Lettlandi í kvøld. Málini skoraðu Bob Sumareh, Páll A. Klettskarð og Heini Vatnsdal. Talan var um eitt gott avrik hjá KÍ. Tað vóru tveir stórir møguleikar afturat málinum, men t.d. málið hjá Páll A. Klettskarð var framúr væl sett inn burturúr nærum ongum.
Nú er lagt upp til eitt ordiligt brak um eina viku í Klaksvík, tá KÍ spælir sín fyrsta altjóða dyst á heimavølli. Upptaktin er í øllum førum góð, hvar úrslitinum á útivølli viðvíkur.
Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt lið vinnur í Lettlandi. Tvær ferðir hava lið fingið javnleik.
Stuðlað Evropa Conference League umrøðuni av KÍ á bolt.fo hava: