Ungi Skála-leikarin fer komandi vikuna til Italia.
18 ára gamli Poul Kallsberg fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá Skála í fjør og í ár hevur hann verið lyklaleikari hjá Skála, sum er oddalið í 1.deild. Hann hevur lagt upp til nógv mál hetta kappingarárið.
Nú eru boð eftir Poul úr Italia. Italska stórfelagið Lazio hevur víst leikaranum áhuga og hesa komandi vikuna fer hann at royndarvenja við U19-liðnum hjá Lazio.