Tað er eingin ivi um, at kvøldsins mótstøðulið hjá Føroyum er eitt sterkari lið á pappírinum.
Hóast Moldova var í lægsta styrkisbólkinum, so er talan um eitt lið á pappírinum, sum er munandi sterkari enn lið, sum vanliga eru í lægsta styrkisbólki. Hyggja vit eftir hópinum, so eru fleiri leikarar sum spæla á sera høgum stigi.
Alexandru Epureanu spælir við Istanbul Basaksehir úr Turkalandi. Hann er 34 áragamal miðverji við royndum sum liðskipari. Hann spældi m.a. Champions League dystin, tá liðið vann móti Manchester United fyrr í hesum kappingarárinum.
Oleg Reabciuk spælir við Olympiakos úr Grikkalandi. Hann er 23 áragamal vinstri bakkur. Hann hevur spælt í Evropa League og vunnið móti Arsenal hetta kappingarárið.
Artur Ionita spælir við Benevento úr Italia. Hann er 30 ára gamal miåvallarleikari, sum m.a. spældi frá byrjan í síðstu viku, tá liðið vann móti Juventus í Seriu A.
Haraftuat eru leikarar, sum spæla í bestu deildini í Hollandi, Russlandi, Slovakia, Slovenia og Rumenia.
Stuðlað landsliðsumrøðuni 2021 á bolt.fo hevur: