Stefan Radosavljevic skoraði í dag sítt U21-landsliðsmál nummar 4.
Frammanundan eiga Meinhard E. Olsen og Gunnar Zachariassen, sáli, metið við fýra málum. Nú er Stefan komin undir liðina á teimum. Stefan hevur aldur til eina undankapping afturat og tí er hugsandi, at hann fer at taka metið einsamallur.
Topp 3 mál á U21-landsliðnum:
1. Stefan Radosavljevic 4 mál (10 dystir), Gunnar Zachariassen 4 mál (11 dystir) og Meinhard E. Olsen 4 mál (12 dystir).