HB hevur longu næstan tikið metið fyri flest skorað mál eitt kappingarár.
Metið eigur NSÍ frá 2015, tá liðið skoraði 73 mál. Einki lið hevur annars skorað 70 mál ella fleiri. Hetta verður tó broytt í ár, tí tað vera helst trý lið - HB, KÍ og B36 - ið fara uppum 70 mál í ár, um ikki okkurt heilt løgið hendur síðstu umførini. HB hevur longu skorað 71 mál, meðan B36 hevur 66 mál og KÍ 60 mál.
HB manglar sostatt bara at skora trý mál fyri at taka málmetið. HB hevur fýra dystir eftir at spæla.