Venjaraskiftið sæst ikki aftur í miðalaldrinum hjá Víkingi fyrsta dystin.
Víkingur skifti fyri stuttari tíð síðani venjara og høvuðsorsøkin var, at ferð skuldi setast á ættarliðsskiftið bleiv sagt í tíðindaskrivinum. Vit hava eisini sæð tvær konkretar avleiðingar av hesum. 33 ára gamli Vukasin Tomic er givin og 32 ára gamli Lukasz Cieslewicz var vrakaður seinast, men er tó enn í felagnum.
Víkingur spældi í vikuskiftinum móti EB/Streymi í fyrsta dystinum undir nýggja venjaranum, Jóhan Petur Poulsen. Víkingur hevur tvær ferðir fyrr í ár spælt móti EB/Streymi og hyggja vit bara eftir miðalaldrinum, so var hetta tað elsta Víkinga-liðið, sum hevur møtt EB/Streymi í ár.
21. juni: EB/Streymur-Víkingur 0-2
Miðalaldur í uppstillingini hjá Víkingi: 25,36 ár
2. august: Víkingur-EB/Streymur 6-0
Miðalaldur í uppstillingini hjá Víkingi: 25,55 ár
13. september: EB/Streymur-Víkingur 2-3
Miðalaldur í uppstillingini hjá Víkingi: 26,55 ár
Kelda: FaroeSoccer (aldurin til allar dystirnar er tann, sum leikararnir høvdu til síðsta dystin, so tað ikki spælir inn, hvør hevur fylt ár gjøgnum tíðarskeiðið)