Um vit ikki telja venjingardystir uppí, so hava Føroyar vunnið fimm ferðir á útivølli hesi 30 árini, sum Føroyar hava luttikið í altjóða fótbólt.
Fýra ár eru gingin síðani seinast, at Føroyar vunnu á útivølli. Fimm leikarar eru í hópinum nú, sum eisini spældu tann dystin móti Lettlandi. Seks leikarar eru við nú, sum eisini vóru við í stóra sigrinum á Grikkalandi í 2014. Sostatt er tað fyri ein stóran part av hópinum ókent at vinna útidystir. Møguleikin er størri enn ofta áður móti Andorra, tí Føroyar eru favorittar hjá veddingarfyritøkunum. Men við dystinum í 2017 í Andorra í huga, so vita vit, at talan verður um trupla uppgávu móti einum lið, sum spælir heilt øðrvísi enn tey flestu liðini, ið Føroyar møta. Føroyar hava enn sín fyrsta útisigur í Nations League til góðar.
Útisigrar í kappingum (HM, EM og Nations League):
1995: San Marino-Føroyar 1-3 (EM-undankapping)
1997: Malta-Føroyar 1-2 (HM-undankapping)
2001: Luksemborg-Føroyar 0-2 (HM-undankapping)
2014: Grikkaland-Føroyar 0-1 (EM-undankapping)
2016: Lettland-Føroyar 0-2 (HM-undankapping)