Betri Deildin hjá monnum heldur fram, men undan komandi umfarinum skulu allir hóparnir hava verið til kanningar.
Bolt.fo hevur fingið upplýst frá fleiri feløgum, at boð eru komin frá FSF um, at allir hóparnir skulu kannast fyri korona. Hetta skal gerast áðrenn komandi dyst. Fyrstu liðini sum spæla eru KÍ-ÍF, ið spæla týskvøldið. Hesir báðir hópar skulu til kanning í síðsta lagi mánadagin.
Fyri at dystur skal blíva útsettur, so skulu minst tríggir leikarar frá sama hópi hava korona ella vera í sóttarhaldi stendur í leiðbeining frá FSF fyrr í ár.