Nú er greitt frá hvørjum londum liðini koma frá, ið tey føroysku liðini í Europa League kunnu møta.
Lutakast verður um eina góða viku. Enn vita vit ikki við vissu, um HB sum steypavinnari kann blíva flutt til 1. umfar. HB stendur enn til at spæla í undanumfarinum, men Champions League og Europa League 2019/20 kappingarnar eru ikki lidnar enn og tær hava undanfarnu ár gjørt, at føroysku steypavinnararnir (NSÍ í 2018 og B36 í 2019) eru farnir í 1. umfar.
Føroysku liðini kunnu møta liðum frá Kosovo (2), Montenegro (2), Norður Írland (2) Wales og Gibraltar. Føroysku liðini eru styrkismett saman við liðum frá Gibraltar, Andorra og San Marino. Hetta er óheppið fyri ítróttarligu møguleikarnar, tí á pappírinum eru liðini, ið ikki eru styrkismett, helst í miðal sterkari enn tey styrkismettu, um vit hyggja burtur frá føroysku liðunum. Orsøkin er, at í fleiri førum eru lið komin í Europa League, ið hava eingi ella vánalig úrslit at vísa á í Europa síðstu árini. Men uttan møguleika standa tey føroysku liðini ikki. Tey kunnu vera heppin og møta liðnum frá Gibraltar, sum B36 sendi út í 2018. Men vit hava eisini sæð Víking sligið lið út frá Kosovo og B36 sligið lið út frá Montenegro. Móti liðum frá Norður Írlandi hava føroysku liðini mangan verið nær við, men enn hevur einki føroyskt lið vunnið samanlagt móti liðum frá Norður Írlandi. Úr Wales hava føroysku liðini bara royndir móti New Saints, ið tá var í klassa fyri seg í Wales.
Styrkismett lið:
Lincoln Red Imps (Gibraltar)
FC Santa Coloma (Andorra)
B36 (Føroyar)
Tre Penne (San Marino)
NSÍ (Føroyar)
HB (Føroyar)
UE Engordany (Andorra)
La Fiorita (San Marino)
Ikki styrkismett:
St Joseph’s FC (Gibraltar)
Ballymena/Glentoran (Norður Írland)
Zeta Golubovci (Montenegro)
Coleraine (Norður Írland)
Barry Town (Wales)
Iskra Danilovgrad (Montenegro)
SC Gjilani (Kosovo)
Prishtina (Kosovo)
Lutakastið verður 10. august og dystirnir spældir 20. august (ein dystur í ár)
Dagført: 31. juli kl. 12.56.