Í stórum pørtum av dystinum í Fuglafirði var lítil og eingin munur á liðunum, tá toppur og botnur frá 2019 hittust í síðsta venjingardystinum hjá liðunum báðum.
KÍ kom á odda 1-0 í 36. minutti, men fram til tá hevði ÍF kanska munin í málmøguleikum. 1-0 málið skoraði Boris Dosljak uppá eina støðu, har ÍF-leikararnir vóru í øðini um, at tað ikki bleiv floytað fyri rangstøðu. Vit hava spurt KÍ um upptøkuna av málinum, sum kann síggjast niðast í greinini og hon sigur, at mest sannlíkt tók linjuverjin rætta avgerð við ikki at koyra flaggið upp. Í seinna hálvleiki var ÍF eisini væl við fyri tað mesta, serliga millum báðar brotssteigarnar, men KÍ-leikararnir vóru nógv meira avgjørdir, tá møguleikarnir komu. Flottasta málið í dystinum skoraði Patrik Johannesen uppá beinleiðis fríspark, og tað málið sæst eisini niðanfyri. KÍ vann 4-1 í einum dysti, sum leikliga var munandi javnari, enn úrslitið sigur.
ÍF-KÍ 1-4 (0-1)
0-1: Boris Dosljak (Upplegg: Alessio Hyseni)
0-2: Jóannes K. Danielsen (Upplegg: Boris Dosljak)
1-2: Jan Ó. Ellingsgaard (Upplegg: Ari Ó. Ellingsgaard)
1-3: Patrik Johannesen (Fríspark, sum hann fekk sjálvur)
1-4: Jóannes Bjartalíð (Upplegg: Ole Erik Midtskogen)
ÍF byrjaði við hesum liðnum (4-5-1): Milos Budakovic – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Olsen – Dánjal á Lakjuni, Hákun Edmundsson, Gundur Petersen, Karl Løkin, Ari Ó. Ellingsgard – Uros Stojanov. Seinni komu hesir inn: Bogi Løkin, Sámal Joensen og Filip Djordjevic.
KÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Kristian Joensen - Dávid Langgaard, Deni Pavlovic, Ólavur Niclassen, Ísak Simonsen - Patrik Johannesen, Alessio Hyseni, Steinbjørn Olsen, Boris Dosljak - Jóannes Bjartalíð, Ole Erik Midtskogen. Seinni komu hesir inn: Jóannes K. Danielsen, Aron G. Joensen, Gulak Jacobsen, Olaf Hansen og Fróði Mørkøre.