HatTrick-pengarnir til FSF eru longu avsettir til serliga eina stóra verkætlan.
HatTrick pengarnir eru síðstu árini partvís brúktir til at fáa Tórsvøll á altjóða stig. Síðani er nakað brúkt til graslíkisvallir, ljósmastar og felagshús v.m. runt landið. Síðani er ein partur av HatTrick pengunum, sum er er oyramerkt sum rakstrarstuðul og pengar til ymiskar skipanir sum t.d. dómarakonventión, venjaraútbúgving, grassroots, landsliðsvirksemi, strategi v.m. Í gjár boðaði UEFA frá, at fótbóltssambondini fáa 32 milliónir úr hesum grunni, hesaferð uttan treytir. Men hetta eru pengar, sum í FSF longu eru avsettir til serliga Tórsvøll.
Bolt.fo hevur fingið eisini fingið upplýst bæði frá FSF og íslendska fótbóltssambandinum KSi, at hetta eru pengar, sum frammanundan eru avsettir til verkætlanir og annað virksemi í eini fíggjarætlan. Hetta eru ikki ‘’nýggir’’ pengar. Hetta eru pengar til íløgur, og teir vera bara útgoldnir uttan vanligu treytirnar hesaferð. Hjá okkum í Føroyum eru teir longu avsettir til m.a. Tórsvøll, har tað manglar nakað í at fíggja síðsta byggistigið við langsíðuni vestanfyri.