logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Xads
Hetta er uppskotið hjá FSF um leikskránna fyri 2020
Mynd: Hjalmar Jóhan Juul/Juul's Photo

Hetta er uppskotið hjá FSF um leikskránna fyri 2020

Skrivað : Jákup Ósá | 09-04-2020 23:30

Í dag hava feløgini fingið uppskot um, hvussu spælast skal í Betri Deildini hjá monnum.

Talan er um uppskot, sum feløgini hava fingið til viðmerkingar. Tí kunnu broytingar koma. Niðanfyri nevna vit nøkur av týdningarmiklastu tíðspunktunum, sum tað hevur eydnast at fingið upplýst.

 

Sjáldan dystir mitt í viku

1.umfar byrjar 9. mai. Síðani verður fyrsta miðvikuumfar um mánaðarskiftið mai/juni. Í juni verður eitt miðvikuumfar og í juli verða 1/8 finalurnar í kappingini um løgmanssteypið eitt miðvikuumfar. Summarsteðgurin verður í juli, men er styttur niður í 14 dagar. Síðst í oktober verður aftur eitt miðvikuumfar. Sum heild er talan um eina skrá, har liðini sjáldan skulu spæla mitt í viku, um skráin heldur.

 

Eingir landsdystir og dystir í november

At landsdystirnir í juni ikki vera leiktir ger, at tvey umfør kunnu spælast, tá kappingin annars skuldi liggja still. At stytta um summarsteðgin ger eisini, at tvey umfør kunnu spælast har. Síðani eru tvey tey síðstu umførini løgd fyrst í november, áðrenn landsliðssteðgin hálvan november. Europa-dystirnir eru enn ikki ásettir av UEFA meir enn, at teir mest sannlíkt eru útsettir í minsta lagi í nakrar vikur. Men tað hevur ikki eydnast okkum at fingið upplýst, um hesir møguliga kunnu flyta okkurt umfar hjá teimum luttakandi har. 

 

Steypafinalan í desember

Landskappingin líkist sostatt nógv undanfarnu árum. Bara við styttri summarsteðgi og einari viku út í november. Tað sum brýtur heilt frá vanligum kappingarári er kappingin um løgmanssteypið. Endaspælið frá fjórðingsfinalu og úteftir verður frá 21. november til 5. desember, tá steypafinalan verður leikt. Í mun til onnur ár, so verður bara ein hálvfinala, sum verður leikt á uttanveltaðum vølli. Okkum hevur ikki eydnast at fingið upplýst, um tað verður á Tórsvølli ella um tað verður á øðrum leikvøllum. Við at enda kappingarári við steypafinaluni verður givið hægst møguleikar fyri, at áskoðarar kunnu fáa møguleikan at sleppa til steypafinaluna.

 

Skulu vera klár uppá styttri kapping

Kappingin verður eisini nakað broytt í mun til upprunaligu kappingina við tað at liðini fyrst spæla 18 dystir, har ein er móti hvørjum heima og úti. Síðani verður tann triðingurin, sum vanliga er fyrst, leiktur seinast. Kappingin verður eftirmett eftir nøkur umfør. Lagt er upp fyri, at heilir hópar kunnu enda í sóttarhaldi, har útsettu dystirnir síðani kunnu spælast seinni, men verða hóparnir ofta raktir soleiðis, so verður kanska neyðugt at stytta kappingina niður til 18 umfør. Hetta kann eisini henda, um tiltøk hjá myndugleikunum forða fyri dystum. Tí eru fortreytirnar hjá liðunum, at sum støðan er í løtuni, so er ætlanin at spæla 27 dystir, men at umstøðurnar seinni kunnu gera, at tað bara vera spæld 18 umfør. 

 

Spjaða dystirnar

Fyrstu umførini vera spæld uttan áskoðarar, og tá dettur grundgevingin burtur at spæla dagar, sum samla flest fólk á leikvøllinum. Skráin leggur upp til, at flestu umførini vera spæld yvir tveir dagar. Sum vit hava skilt, so verða tíðspunktini eisini ymisk, so at so nógv fólk sum møguligt sleppa at síggja so nógvar dystir í sjónvarpi sum møguligt.

 

Sum sagt fyrst í greinini, so er talan um eitt uppskot, sum er sent til hoyringar, og tí kunnu broytingar koma. Sum skilst byrjar 1.deild aftur 16. mai og Betri Deildin kvinnur 24. mai.

 

Um tað er núverandi kapping, sum byrjar 9. mai við 10. umfari er enn okkum ógreitt. Men um tað er so, so verður síðsta umfar eftir skránni hetta 7. november:

AB-NSÍ

Víkingur-KÍ

HB-Skála

ÍF-EB/Streymur

B36-TB

Verður neyðugt at stytta kappingina niður til 18 umfør, so verður síðsta umfar tað sama, bara við nýggjum heimaliði.

EB/Streymur-ÍF

TB-B36

Skála-HB

KÍ-Víkingur

NSÍ-AB

Share

Nýggjastu tíðindir

Venjingardystir: Málríkt í Klaksvík og stórsigur til HB
Venjingardystir: Málríkt í Klaksvík og stórsigur til HB
KÍ vann FM
KÍ vann FM
Stóra gjøgnumbrotið hjá nýggju samansetingini
Stóra gjøgnumbrotið hjá nýggju samansetingini
Nú kemur torførasti heimadysturin
Nú kemur torførasti heimadysturin
Heilfluktarin hesa vikuna
Heilfluktarin hesa vikuna
Føroyingar bara javna
Føroyingar bara javna
Ósamdir um Aron skuldi spælt móti Kasakstan
Ósamdir um Aron skuldi spælt móti Kasakstan
KÍ kann vinna FM leygardagin
KÍ kann vinna FM leygardagin
Átta av 11 spæla uttanlands
Átta av 11 spæla uttanlands
Nú eru 18 landslið eldri enn Føroyar
Nú eru 18 landslið eldri enn Føroyar
Moldova hevur ikki vunnið í 16 dystir – men ábendingar eru um framgongd
Moldova hevur ikki vunnið í 16 dystir – men ábendingar eru um framgongd
Útlendskur áhugi fyri Emil W. Joensen
Útlendskur áhugi fyri Emil W. Joensen
Van ’t Schip: – Eitt stig úr Føroyum er ein góð byrjan
Van ’t Schip: – Eitt stig úr Føroyum er ein góð byrjan
Javnleikur móti Kasakstan var eitt vónbrot
Javnleikur móti Kasakstan var eitt vónbrot
Sormani fingið nýtt venjarastarv
Sormani fingið nýtt venjarastarv
Dýrasti kasakstanski leikarin skaddur – fýra profilar mangla móti Føroyum
Dýrasti kasakstanski leikarin skaddur – fýra profilar mangla móti Føroyum
Stigamet til U21-landsliðið
Stigamet til U21-landsliðið
Flogfarið úr Kasakstan er lent
Flogfarið úr Kasakstan er lent
Ikki allir deildarvinnarar eru føroyameistarar
Ikki allir deildarvinnarar eru føroyameistarar
Eingin niðurflyting hjá Føroyum vegna broyttan kappingarleist
Eingin niðurflyting hjá Føroyum vegna broyttan kappingarleist

Stigatalvan 2026

1. NSÍ48 stig
2. KÍ45 stig
3. HB41 stig
5. B3635 stig
4. Víkingur35 stig
6. EB/Streymur26 stig
7. AB24 stig
8. Skála23 stig
9. 07 Vestur19 stig
10. B6817 stig

Málskjúttar

Petur KnudsenNSÍ11 mál
Loïck LespinasseB689 mál
Páll A. KlettskarðKÍ8 mál
Árni FrederiksbergKÍ8 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ17 upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur10 upplegg
Luca ThorstensenAB10 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ9 upplegg
Mathias VossHB8 upplegg
Dan í SoyluHB8 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ25 mál/upplegg
Petur KnudsenNSÍ18 mál/upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur17 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 23. umfar

NSÍ17 mál
KÍ17 mál
Skála14 mál
EB/Streymur11 mál
Víkingur11 mál
B6811 mál
AB10 mál
B369 mál
HB9 mál
07 Vestur6 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ7 mál
NSÍ8 mál
Víkingur11 mál
B36 11 mál
07 Vestur12 mál
AB12 mál
EB/Streymur12 mál
Skála13 mál
HB13 mál
B6816 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

HB36 mál
NSÍ30 mál
KÍ28 mál
B3624 mál
Víkingur23 mál
AB21 mál
EB/Streymur19 mál
07 Vestur15 mál
B6813 mál
Skála11 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

Víkingur14 mál
KÍ14 mál
HB15 mál
B3615 mál
NSÍ17 mál
EB/Streymur23 mál
AB26 mál
Skála23 mál
07 Vestur25 mál
B6829 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ16 mál
P. KnudsenNSÍ9 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

Endaspæl FM-bólkurStig
1. KÍ52 stig
2. HB44 stig
3. Víkingur30 stig
4. Skála14 stig
..
Endaspæl bólkur bStig
1. 07 Vestur20 stig
2. B3618 stig
3. ÍF7 stig
4. FC Suðuroy4 stig
Vís meira

Málskjúttar

NavnFelagGrundspæl+endaspæl
Durita HummelandKÍ8+13 mál
Julia Naomi MortensenHB11+5 mál
Brá ZakariasardóttirHB9+1 mál
Sólja ErnstsdóttirKÍ8+1 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2026 (6)FráTil
Aron BenjaminsenVíkingurHearts
Árni Nóa AtlasonVíkingurVendsyssel
Ari OlsenVíkingurVendsyssel
Olaf BárðarsonVíkingurSandnes
Pætur PetersenB36Hillerød
Ari í Haraldsstovu Petersen07 VesturÍBV
Til føroyskan fótbólt 2026 (5)FráTil
Meinhard E. OlsenKoldingNSÍ
Pætur PetersenHillerødB36
Aron BenjaminsenKristiansundVíkingur
Dávid ReynheimTorino (U18)KÍ
Árni Nóa AtlasonEgersundsVíkingur
Úr føroyskum fótbólti 2025 (8)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurEgersunds
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Elias RusborgHvidovreHB
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
Daniel JohansenHBFredericia
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Páll KlettskarðKÍ16
Árni FrederiksbergKÍ15
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Michal PrzybylskiB36/HB/NSÍ9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Sølvi VatnhamarVíkingur8
Deni PavlovicKÍ6
Petur KnudsenNSÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup BiskopstøKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2026