Atfinningar hava verið ímóti, at føroysk fótbóltsfelag fáa part í hjálparpakka m.a. við at kunna senda starvsfólk í ALS-skipanina.
Roknskapurin hjá feløgunum vísir, at góðar 30 milliónir vóru goldnar í stavsfólkalønum í 2019. Av hesum skulu feløg gjalda 1,25 % til ALS og starvsfólkini 1,25 % til ALS. Tað gav eina upphædd á áleið 757.000 kr., sum feløg og leikarar tilsamans hava goldið í 2019. Harafturat kemur parturin hjá FSF, sum vit hava fingið upplýst var áleið 510.000 kr., tá vit telja partin hjá FSF og starvsfólkum tilsamans. Sostatt hevur føroyskur fótbóltur í 2019 goldið áleið 1.267.000 kr. til ALS.
Taka vit so AMG og BAS-gjøld uppí, so er parturin sum føroyskur fótbóltur hevur goldið í 2019 í sosialum gjøldum áleið 3,4 milliónir. Og taka vit so enn meira yvirskipað við at taka skattin uppí, so gevur føroyskur fótbóltur yvir 20 milliónir í lands- og kommunukassarnar eitt ár sum í 2019, tí tað vóru góðar 45 milliónir goldnar í lønum í 2019. Harav er ein lítil partur ítróttarløn, sum er skattafrítt. Tí er lønarskatturin mettur til 35 % í miðal.
Hesi tølini hava vit fingið váttan fyri frá FSF, at tey eru áleið tey røttu, um vit taka 2019. Og so kunnu vit rokna, hvussu nógv tað er yvir t.d. eitt 10 ára tíðarskeið. Og her hava vit ikki tikið alt annað virksemi/tænastur, sum føroyskur fótbóltur koyrir ella keypir í føroyska samfelagnum.