Ronnie K. Davidsen úr AB skoraði ikki færri enn 44 mál í landskappingini í FM bólkinum hjá U14. Tað var annars HB, ið vann greipuna hesum aldursbólki, men hjá greipuvinnarunum vóru málini meira javnt býtt. Á 2. plássi á toppskjúttaralistanum var eisini ein leikari frá einum minni felag. Hilmar á Regni Højgaard úr B68 skoraði 39 mál.
Hjá U14 dreingjum var tað ein leikari frá AB, sum skoraði flest mál í landskappingini í 2017.
Ronnie K. Davidsen úr AB skoraði ikki færri enn 44 mál í landskappingini í FM bólkinum hjá U14. Tað var annars HB, ið vann greipuna hesum aldursbólki, men hjá greipuvinnarunum vóru málini meira javnt býtt. Á 2. plássi á toppskjúttaralistanum var eisini ein leikari frá einum minni felag. Hilmar á Regni Højgaard úr B68 skoraði 39 mál.
Topp 10 toppskjúttaralistin hjá U14 dreingjum í landskappingini sá soleiðis út:
1. Ronnie K. Davidsen (AB) 44 mál
2. Hilmar á Regni Højgaard (B68) 39 mál
3. Julian Mouritsen (07 Vestur) 37 mál
4. Óli Mittún (HB) 32 mál
5. Richard Højgaard (B68) 27 mál
6-7. Óla Jákup á Fløtunum (NSÍ) 22 mál
6-7. Árant W. Poulsen (NSÍ) 22 mál
8. Brian Slyne (HB) 21 mál
9-10. Dánjal Danielsen (AB) 20 mál
9-10. Jákup Andrias Thomsen (Víkingur) 20 mál