KÍ gjørdist fyrsta topp 5 liðið, sum tapti ein venjingardyst í ár. TB við fýra nýggjum útlendskum leikarum frá byrjan vann í sínum fyrsta venjingardysti í ár. Spælt var tvær ferðir 35 minuttir. Sí hagtøl frá dystinum niðanfyri.
TB-KÍ 2-1 (1-1)
1-0: Rógvi Joensen (Upplegg: Ken Fagerberg)
1-1: Ole Erik Midtskogen (Upplegg: Jóannes Bjartalíð)
2-1: Ken Fagerberg (Upplegg: Mads Raben)
TB byrjaði við hesum liðnum (4-3-2-1): Frederik Marius Mehder - Eirikur M. Ellendersen, Ndende A. Gueye, Rasmus Møller, Sebastian Kroner - John Villi W. Leo, Rógvi Joensen, Dánjal Godtfred - Jens Erik Bruhn, Mads Raben - Ken Fagerberg. Seinni komu hesir inn: Einar Thorsteinsson, Poul Ingason, Nikolei Johannesen, Bartal Gram og Jóhan Thomsen.
KÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Kristian Joensen - Børge Petersen, Jesper Brinck, Ólavur Niclassen, Ísak Simonsen - Sebastian Avanzini, Steinbjørn Olsen, Alessio Hyseni, Patrik Johannesen - Jóannes Bjartalíð, Ole Erik Midtskogen. Seinni komu hesir inn: Páll A. Klettskarð, Odmar Færø, Jonn Johannessen og Jóannes K. Danielsen.