B68 er komið í VFF Kup ístaðin fyri TB. Vit hava spurt TB um, hví so er.
Í skránni fyri venjingardystir í VFF Kup er nú ein broyting hend. B68 úr 1.deild spælir dystirnar, sum TB annars skuldi spæla. Venjarin hjá TB, Michael L. Winter sigur, at tað er ov tíðliga hjá TB at spæla venjingardystir.
- Orsøkin er ítróttarlig. Vit hava bara vant hesa vikuna og allir leikararnir eru ikki komnir uppá pláss enn. Vit skulu venja nógv komandi tíðina og læra hvønn annan at kenna bæði á og uttanfyri vøllin. Vit hava fimm venjingardystir á heimavølli, har tann fyrsti er 25. januar móti KÍ, sigur Michael L. Winter við bolt.fo.
KÍ er eitt av fleiri liðum, sum fer á venjingarlegu í Suðuroynni, har venjingarumstøðurnar í Marghøllini í Vági gera tað eyka tiltrekkjandi hjá liðunum at fara hesa ársins tíð, har veðrið til venjing uttandura ikki altíð er tað besta. Hesum vitjandi liðum fær TB so gleði av at kunna spæla venjingardystir ímóti.