NSÍ spílar seg út á kvinnusíðuni til 2020, nú kvinnuliðið spælir í bestu deildini á fyrsta sinni í fleiri ár.
NSÍ hevur nú kunngjørt tríggjar nýggjar leikarar afturat til besta kvinnuliðið. Talan er um Lív Venned, ið spældi við besta liðnum hjá B68 í 2018, Lenu Olsen, sum spældi við ÍF/Víkingi/B68 í 2019 og Ansy S. Jakobsen, sum spældi við EB/Streymir/Skála í 2019 og sum hevur verið A-landsliðsleikari síðstu árini.
Frammanundan hava vit skrivað um hesar fýra leikararnar, sum NSÍ hevur avdúkað:
Miriam Harishi Egilsdóttir er 17 ár og spældi við EB/Streymi/Skála í 2019.
Rúna Olsen er 18 ár og spældi við EB/Streymi/Skála í 2019.
Hansina Ronaldsdóttir er 20 ár og spældi við ÍF/Víkingi/B68 í 2019.
Birita B. Nielsen er 20 ár og spældi við ÍF/Víkingi/B68 í 2019.